Betri umstøður í bátahylinum á Borðoyarvík

Í fíggjarætlanini, sum býráðið í Klaksvíkar kommunu samtykti í síðstu viku, er peningur settur av til at betra um umstøðurnar í bátahylinum á Borðoyarvík.

Orsøkin til, at arbeiðið verður raðfest nú, er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir í vetur.

 

- Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum á Borðoyarvík.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at hetta verður gjørt við at leingja og smalka molan ella brimgarðin á bátahylinum.

 

Sagt verður, at umstøðurnar í bátahylinum eru broyttar sera nógv orsaka av arbeiðnum, ið er gjørt við atløgubryggjuna, sum Bakkafrost í dag brúkar.

 

- Hetta, sum nú verður gjørt, fer væntandi at bøta um umstøðurnar hjá smábátum, siga tey í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at íløgurnar eru mettar til 1,6 miljónir krónur í grótkastið og umleið fýra miljónir fyri sjálvar bátabrúgvarnar.

 

- Av øðrum íløgum, sum verða gjørdar á havnarøkinum komandi ár, kann nevnast, at 4,5 miljónir eru settar av til bryggjukant í nýggja í bátahylinum í Árnafirði.

 

Haraftrat heldur arbeiðið at víðka Norðhavnina fram.

 

- Eisini er sjøtul settur á at útvega hølir til bátafelagshús við bátabrúgvarnar á vágni.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at ætlaða bátafelagshúsið eitt nú skal hava felagshølir, almenn wc og aðrar fasilitetir.