Biden: - Bæði talufrælsi og lógir skulu virðast

- Vit eru ikki ein einaræðisstatur, sum kúgar fólk, men vit eru heldur ikki eitt lógleyst land, sigur forsetin.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at bæði talufrælsi og lógir skulu virðast, tá studentar mótmæla krígnum í Gaza.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga. 

 

- Vit eru ikki ein einaræðisstatur, sum kúgar fólk, men vit eru heldur ikki eitt lógleyst land. Vit eru eitt borgarasamfelag.

 

Soleiðis segði Joe Biden á einum tíðindafundi í dag.

 

Amerikanski forsetin vísti aftur, at hann hevur broytt meining um miðeysturpolitikkin.

 

- Ætlanin hevur ongantíð verið at brúkt tjóðarhirðuna móti studentunum, sum mótmæla krígnum í Gazageiranum, segði hann.