Hesir tríggir bilarnir, sum standa á perkingsplássini við kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn, verða fluttir burtur í morgin fyri eigarans rokning, um eigarin ikki flytur bilarnar til ta tíð

Hesir verða burturbeindir í morgin fyri eigarans rokning

Løgreglan hevur fingið til uppgávu at finna eigarar, sum hava bilar standandi á almennum veg uttan nummarplátur

Hesir tríggir bilarnir, sum standa á perkingsplássini við kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn, verða fluttir burtur í morgin fyri eigarans rokning, um eigarin ikki flytur bilarnar til ta tíð

Tað er ikki loyvt at seta bilar á almennan veg, sum ikki hava nummarplátur.

Tí hevur Tórshavnar kommuna heitt á løgregluna um at finna eigararnar av nøkrum bilum, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátur.

– Mannagongdin er tann, at vit seta ein reyðan seðil á bilin, og so fær eigarin 48 tímar at flyta bilin. Ger hann ikki tað, so verður bilurin fluttur fyri eigarans rokning, sigur vakthavandi á politstøðini.

 

##med2##

Hann sigur, at tað kann sjálvandi hava eina orsøk, at bilar standa á almennum vegi uttan nummarplátur, men teir skulu ikki vera standandi. Tí fáa eigarar eina 48 tíma freist – ella fáa teir eina rokning fyri flutningin.

 

 

Hesir tríggir bilarnir, sum standa á perkingsplássini við kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn, verða fluttir burtur í morgin fyri eigarans rokning, um eigarin ikki flytur bilarnar til ta tíð