Bilasølan minkað við einum fimtingi

Men fleiri bilar vórðu seldir í juni í ár í mun til juni í fjør

Koronukreppan hevur eisini sett síni týðuligu spor í bilasøluna í Føroyum. Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru ein afturgongd í bilasøluni upp á 18,6 prosent. Seld eru tilsamans 1419 akfør fyrra hálvár í ár í mun til 1744 sama tíðarskeið í fjør.
Afturgongdin er sum vera man størst í persónbilum, tí seldir eru 363 færri persónbilar fyrra hálvaár í ár í mun til saman tíðarskeið í fjør.
Men taka vit vøruvognar og viðfestisvognar, so er framgongd í teimum bólkunum upp á ávikavist 13,2 og 23,1 prosent.
Hóast døpur tøl, so eru eisini glottar at hóma. Tí taka vit bilasøluna í juni í ár fyri seg í mun til juni í fjør, so kunnu vit staðfesta eina framgongd upp á 18,7 prosent. Í juni í ár eru seld 343 akfør í mun til 289 í juni í fjør. Ein munur upp á 54 akfør ella 18,7 prosent.
Framgongdin í søluni av persónbilum í juni í ár í mun til juni í fjør er 7,4 prosent, meðan framgongdin í søluni av vøruvongum er heili 72 prosent.
##med2##