Bilasølan gongur afturá

Í september minkaði sølan av nýggjum bilum við einum triðingi í mun til sama mánað í fjør.

 

Higartil í ár eru seld 421 færri akfør enn í fjør. Tað er ein afturgongd upp á sløk 19 prosent.

Tað skrivar Akstovan, sum hevur gjørt søluna upp av nýggjum akførum ársins fyrstu níggju mánaðir.

Higartil í ár eru seld 1815 nýggj akfør. Sama tíðarskeið i fjør vórðu seld 2236. Tað er ein munur á sløk 19 prosent.

Men taka vit søluna í september í ár í mun til september í fjør, so er munurin nógv størri, tí sølan er minkað við einum triðingi.

Í september í ár eru seld 162 nýggj akfør í mun til 241 í september í fjør.

 

##med2##

Persónbilarnir eru teir, sum altíð fylla mest í hagtølunum. Higartil í ár eru seldir 1320 nýggir persónbliar í mun til 1574 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 16 prosent. Men í september í ár í mun til september í fjør er munurin meira enn tvífalt so stórur. Í september í ár eru seldir 102 nýggir persónbilar í mun til 152 í september í fjør. Tað er ein munur upp á 33 prosent.