Bilasølan vaksin við sløkum 20 prosentum

Bilasølan ársins fyrstu fimm mánaðir er vaksin við 18,7 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað er ein munur upp á 202 akfør. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vórðu seldir 1278 nýggj akfør í mun til 1076 fyrstu fimm mánaðirnar í fjør.

 

Størsti bólkurin av akførum er sum altíð persónbilarnir. Vøkstur í søluni av persónum er 197 bilar, sum svarar til 27,5 prosent. Ársins fyrstu fimm mánaðir vórðu seldir 914 nýggir persónbilar í mun til 717 sama tíðarskeið í fjør.

 

Størsta minkingin er í sølunum av nýggjum bussum. Ársins fyrstu fimm mánaðir eru bara tveir nýggir bussar seldir í mun til 26 sama tíðarskeið í fjør. Men tað hevur sína forkláring, tí at í hesum tíðarskeiði í fjør skiftu Bygdaleiðir allar bussarnar út. Tí er minkingin í søluni av nýggjum bussum yvir 92 prosent.