Tað var á landsvegnum á Sundi, at onkur fekk illgruna um, at ein bilførari koyrid ávirkaður. Løgreglan fór úr Havn eftir honum, og fangaði hann í rundkoyringini í Kollafirði.
Men førarin var als ikki fullur, sigur vakthavandi á politistøðini.
– Tað var ein kinesari, sum ikki var kendur í umhvørvinum, sigur vakthavandi
Tað var regn og ringt sýni, sum helst hevur gjørt bilførarin ótrygga.
Boðað varð frá eldi í einum lastbili, sum koyrdi við Áir. Men tað vísti seg, at tað vóru bremsurnar, sum vóru blivnar heitar.