Bíligari tannrøkt til ung millum 18-21 ár 

Brýtur tú beinið, so hava vit sum samfelag valt, at felagsskapurin rindar fyri tína viðgerð. Brýtur tú tenninar og ert yvir 18 ár, so skalt tú í egnan lumma at gjalda.

 

Tað er ikki rætt. Og eg haldi, at vit skulu víðka um skipanina at rinda tannrøkt gjøgnum felagskassan. Eitt uppskot er, at aldursmarkið hækkar úr 18 ár upp í 21 ár.

 

Hví tey ungu millum 18 og 21 ár, spyr onkur. Hvat við teimum, sum ikki hava ráð at fara til tannlækna og eru eldri? Tað er ein púra rættvísur kritikkur. Men vit mugu byrja onkrastaðni, og ung fólk hava framtíðina framman fyri sær.

 

Hetta kann gera, at tey fara oftari til tannlækna í hesum tíðarskeiðinum og fyribyrgja, at okkurt álvarsamt hendir seinni.

 

Tann prinsipiella orsøkin er annars einføld: Tenn eru partur av kroppinum. Tær ávirka kroppin. Tær ávirka heilsuna.

 

Tenn eru partur av kroppinum á sama hátt sum eitt bein ella ein armur, sum heilsuverkið hevur ábyrgd av at taka sær av.

 

Kostnaðurin at víðka skipanina frá 16 ár til 18 ár í 2014 var á leið 3-4 milliónir. Eg haldi, at hetta er ein góð og neyðug íløga, tí fyri tann einstaka kann tað vera øgiliga dýrt at fara til tannlækna. Men lyfta vit saman, so kann felagsskapurin fyribyrgja, at einstaklingurin stendur við eini stórari rokning.

 

Verði eg valdur, fari eg at virka fyri hesi broytingini.

 

 

 

Bjarni Arge

 

valevni fyri Javnaðarflokkin