Bilur bar við tvey fólk á gonguteigi

Løgreglan kannar eitt mál um bil, sum bar við tvey fólk á einum gonguteigi

Tað var um 11:30 í gjár, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur hevði borið við tvey fólk á einum gonguteig í Havn. Har var tó eingin skaði, hvørki á fólk ella bil.

– Tey kláraðu tað í fyrsta lagi sínamillum. Men seinni, tá hesi fólkini, sum bilurin hevði borið við, høvdu tosað við onnur fólk, so hildu tey, at tey kortini áttu at melda tilburðin til løgregluna. So varð gjørt, sigur vakthavandi á politistøðini.

Vakthavandi kennir ikki umstøðurnar, um førarin kanska varð blendaður av sólini, ella hvussu. Men løgreglan fer so at tosa við føraran, og løgreglan veit, hvør førarin var.

– Tá tú koyrir á fólk, so kann tað hava ávirkan á koyrikortið so ella so – serliga tá tað so er á einum gonguteigi, sigur vakthavandi.