Birgir Hansen skal venja tey ungu í Kyndli

Kyndil hevur í dag gjørt avtalu við Birgir Hansen um at vera høvuðsungdómsvenjari í Kyndli komandi tvey árini.

Birgir hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari og hevur m.a. verið við til at gjørt læruætlanina »Føroyski leisturin« hjá HSF saman við Dia Midjord.

 

– Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja høvuðsungdómsvenjaranum í Kyndli verður, saman við einstøku ungdómsvenjarunum, at tryggja góðsku á hóskandi høgum støði á venjingunum hjá øllum okkara dreingja- og gentuliðum til og við U16 og harvið tryggja eina áhaldandi menning av øllum okkara ungu leikarum, skrivar Kyndil.

 

Harumframt skal høvuðsungdómsvenjarin m.a. eisini vera við til at víðarimenna menningarætlanina í felagnum »Tann grøni tráðurin«.

 

– Vit ynskja Birgiri bestu eydnu við nýggju og spennandi avbjóðingini – Framtíðin er grøn, skrivar Kyndil á Facebook.

 

##med2##