Boeing-flogfar neyðlendi í Istanbul uttan forhjól

Í dag hava aftur verið trupulleikar við einum Boeing-flogfari. flogfarið lendi í Istanbul uttan at hjólið fór niður.

Eitt Boeing-flogfar lendi í dag í Istanbul, uttan at fremsta hjólið fór niður sum tað skuldi.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Eftirlitstornið í turkiska milliónabýnum varð stutt undan lending kunnað av flogskiparunum um, at lendingarhjólið av einum feili ikki kundi fáast út.

Síðani fingu tey hjálp til at flogfarið nøkulunda trygt kundi seta seg. Eingin fekk skaða.

 

Hendingin er eina av mongum trupulleikum við flogførum hjá framleiðaranum Boeing, sum hevur verið seinastu mánaðirnar.

/ritzau/

##med2##