BØURIN

Samlaða víddin av føroyska lendinum er 1.400 km2. Av hesum er í dag einans 4% bøur.

 

Var allur bøurin sligin og nýttur sum fóðurgrundarlag til føroyska landbúnaðin, so svarar tað til at virði á 126 milliónur krónur um árið.

 

Hetta virði hava bøndur og okkara forfedrar skapt, við sveittabrot, fyri at yvirliva.

 

Umskipaðu vit lendi, til nútíðaramboð, og gagnnýttu allar teir 5.600 hektararnar (ha) av bøi sum er í føroyum, við eini landbúnaðarskipan ið tryggjaði at landbúnaðurin fekk bø fyri bø, tá lendi fer undir bygging, betong og asfalt. Vóru vit sjálvbjargin við 13 milliónum fóðureindum (fe).

 

Fingu vit allan bøin til høldar, vóru vit longu nú sjálvbjargin við stráfóðri til mjólkneytini og seyðin í føroyum.

 

Økja vit landbúnaðarlendið við 100%, altso 8% av føroya landi, vóru vit sjálvbjargin við seyðakjøti, neytakjøti, mjólk og mjólkarúrdráttum, eplum, o.ø grønmeti og nakað av kornið við.

 

Lendið kann ikki miðsavnast, tí vil Tjóðveldi tryggja sømdir og kor um alt landið. Eisini til bóndan, sum skal føða tjóðina. Tí mat mugu vit hava tríggjar ferðir um dagin hvønn dag.

 

Vel eina rødd sum talar sakina hjá landbúnaðinum.

 

Set tín X við meg, á lista E, tann 8. desembur.

 

Jens Ivan í Gerðinum