Borgarstjórar hava í miðal verið 45 ár

Teir borgjarstjórar, sum hava verið í Tórshavnar kommunu, síðani býurin varð skipaður sum kommuna í 1909, hava í miðal verið 45 ár, tá teir tóku við starvinum fyrstu ferð

Teir 20 borgarstjórarnir, sum hava sitið í Tórs­havn­ar kommunu, síðani bý­u­rin varð skipaður sum komm­una 1. januar í 1909, hava í miðal verið 45 ára gamlir, tá teir eru valdir.

 

Tann elsti og tann yngsti sita í nývalda bý­ráð­num. 28 ára gamla Elsa Berg er tann yngsti per­són­urin, sum er valdur til borg­ar­stjóra, meðan Heð­in Mortensen er tann elsti. Og tað hevur hann ver­ið fýra ferðir. Tí tá hann fyrstu ferð varð vald­ur til borgarstjóra í 2004, var hann 58 ára gamal, og harvið eitt ár eldri, enn Søren Emil Müll­er, sum tók við sum borg­ar­stjóri 1. januar í 1913.

 

Navn á borgarstjóra, árið teir tóku við, og aldur á borgarstjóra:

 

Elsa Berg, 2025, 28 ár

 

Poul Michelsen, 1981, 36 ár

 

Mads Andreas Winther, 1909, 37 ár

 

H. C. W. Tórgarð, 1923, 38 ár

 

Mads A. Jacobsen, 1933, 41 ár

 

Johan Pauli Henriksen, 1944, 41 ár

 

Annika Olsen, 2017, 41 ár

 

Jan Christiansen, 2001, 42 ár

 

Johannes O. Joensen, 1929, 43 ár

 

Peter F. Christiansen, 1968, 44 ár

 

Leivur Hansen 1997, 44, ár

 

Peter Christiansen, 1972, 48 ár

 

Anton Fr. Degn, 1922, 49 ár

 

Kjartan Mohr, 1951, 49 ár

 

Sigfried Skaale, 1958, 51 ár

 

Valdemar Lützen, 1925, 52 ár

 

Lisbeth L. Petersen, 1993, 53 ár

 

Hanus við Høgadalsá, 1970, 56 ár

 

Søren Emil Müller, 1913, 57 ár

 

Heðin Mortensen, 2005, 58 ár