Borgarstjórar: Loysið trupulleikan ella sløkkið ljósini

– Landsverk má loysa ferðslutrupuleikan við tunlarnar Norður um Fjall ella sløkkja ferðsluljósini fyribils, siga borgarstjórar í Norðoyggjum

Fólk, ið brúka tunlarnar Norður um Fjall, eru sera misnøgd við ferðssluljósini, sum skulu stýra ferðsluna í gjøgnum teir báðar tunlarnar.

 

Bilkøirnar, sum bíða eftir tørni, eru so langar, at tær ganga ikki ígjøgnum tunlarnar, tá ið tær fáa grønt ljósa eina løtu.

 

Borgarstjórarnir í Klaksvíkar kommunu, Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu spyrja í almennum skrivi, um nakar lurtar eftir tí, sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga.

 

– Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum, sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd, skriva tey.

 

Borgarstjórarnir siga, at teir vóru ikki spurdir um ljósskipanina og fingu onga kunning um hana, áðrenn hon varð sett upp.

 

– Núverandi skipan er ein ljósregulering, sum vísir reytt í 14 minuttir og grønt í 2 minuttir, og hon ger, at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin. Hetta førir við sær, at teir ikki klára at koma inn í tunnilin, áðrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós og bíðast má tí í 14 minuttir afturat. Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðanfyri, serliga hjá teimum, sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin, skriva borgarstjórarnir.

 

– Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini, sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av. Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.

 

Borgarstjórarnir krevja, at Landsverk gera nakað við trupulleikan beinanvegin.

 

– Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan, at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga. Vit krevja av Landsverki, at teir loysa trupulleikan her og nú ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin, siga borgarstjórarnar.

 

Tey, sum hava undirskrivað skrivið, eru Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu og Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.