Borurin skal setast í í 2024 

Tað eru fá, sum vita, hvat viðurferst við atliti til Suðuroyartunnilin. Umrøddi tunnilin, sum er so kostnaðarmikil at byggja - men enn dýrari at lata fara framvið borðinum - elvir mongum høvuðbrýggj.

 

Fleiri búskaparfrøðingar halda, at tunnilsverkætlanin er skilagóð íløga. Tað veldst bert um, hvussu framskygd vit vilja verða.

 

Búskaparfrøðingurin, Magni Laksafoss, hevði framløgu um búskaparliga haldføri landsins í Løkshøll mikudagin hin 1. februar 2023.

 

Framløgumaðurin og búskaparfrøðingurin, Magni Laksafoss, metti, at tað er skilagott at seta skjøtul á Suðuroyartunnilin.

 

Hetta er í tráð við búskaparligu haldføriskanningina, sum “Danmarks Nationalbank” hevði frammi herfyri, har mælt var til at leggja íløgur í vegakervið.

 

Sama haldføriskanning vísti, at vit høvdu sera lága landskassaskuld (33 pct. av BTÚ).

 

Vit byggja land

 

 

 

Sí framløguna um Suðuroyartunnilin niðanfyri:

 

https://www.facebook.com/100000098281101/videos/1885363201825350/