Bretland letur Ukraina ein stóran hjálparpakka

Nú er eftir øllum at døma rættilig gongd komin á arbeiðið í fleiri londum at hjálpa Ukraina móti russiska hersetingarvaldinum.

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, fer á einari vitjan í Póllandi í dag at leggja fram ein stóran hjálparpakka, sum Bretland nú fer at lata Ukraina.

 

Hetta er størsti hjálparpakki, sum Bretland hevur latið Ukraina, síðan Russland leyp á og gjørdi innrás í landið fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

- Bretski hjálparpakkin er á 500 milliónir pund, upplýsir bretska stjórnin á sínum heimasíðum.

 

Í pakkanum eru eitt nú 400 hernaðarakfør, 60 bátar, fleiri enn 1600 rakettir og fýra millónir patrónir.

 

Bretska stjórnin umrøður hjálparpakkan sum størstu veiting til "lívsneyðuga útgerð nakrantíð", sum tikið verður til. 

 

Heimasíðan hjá stjórnini skrivar, at talan verður um skjóta veiting av eitt nú lóðuri, loftverju, dronum og stuðli til framleiðslu.

 

Í Póllandi fer Rishi Sunak at hitta pólska forsætisráðharran, Donald Tusk og Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg.

 

Seinni á ferðini fer bretski forsætisráðharrin til Týsklands, har hann fer at hitta týska kanslaran, Olaf Scholz.

 

Ukraina hevur leingi sagt, at landinum tørvar bæði fólk og lóður í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Í USA er eisini komin gongd á at veita Ukraina enn ein stóran hjálparpakka, sum nú eftir øllum at døma verður samtyktur í amerikanska senatinum. 

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

##med2##