Bretland letur upp aftur hóast smittan veksur

- Mín áheitan á fólkið er, at vit mugu læra at liva við virusinum, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

- Farsóttin er langt frá liðug. Tað verður hon heldur ikki hin 19. juli, segði Boris Johnson.

 

 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnsen, hevur í dag hildið tíðindafund um uppafturlating av samfelagnum frá 19. juli at rokna. Ætlanin var, at landið skuldi lata upp aftur hin 21. juni, men tá varð upplatingin útsett orsakað av veksandi smittu í landinum, tá delta-frábrigdið var farið at gera um seg. 

 

Í einari útsøgn fyri tíðindafundin eggjaði forsætisráðharrin fólkinum til at "læra at liva við virusinum", sum Boris Johnson í útlendskum miðlum verður endurgivin fyri at siga.

 

- Eg vil leggja dent á, at farsóttin er langt frá liðug enn. Tað verður hon heldur ikki hin 19. juli, segði Boris Johnson. Hann vísti á, at málið hjá Bretlandi er, at øll vaksin skulu hava fingið tilboð um fyrru koppseting innan hin 19. juli, og at tveir triðingar av bretska fólkinum tá skulu verða liðugt koppsett.

 

Sambært útlendskum miðlum hava fleiri serfrøðingar ávarað um at lata landið upp aftur, meðan veksandi smitta er í Bretlandi.

 

- Til tey, sum siga, at vit enn einaferð eiga at útseta uppafturlatingina, vil eg siga, at alternativið er at lata landið upp aftur í vetur - ella ikki í ár yvirhøvur, sigur Boris Johnson.

 

Bretski forsætisráðharrin segði, at tá landið eftir ætlan letur upp aftur frá 19. juli at rokna, merkir tað eitt nú, at - 

 

* eingi tøl vera fyri, hvussu mong kunnu savnast

 

* alt fyritakssemi, íroknað náttklubbar, kann lata uppaftur

 

* maskur og heimaskrivstovur fella burtur

 

* avmarkingar fyri vitjanum á eldrasambýlum fella burtur

 

- At enda verða heldur ongar avmarkingar til mentanartiltøk sum konsertir og ítróttartiltøk, segði Boris Johnson.

 

 

 

- Farsóttin er langt frá liðug. Tað verður hon heldur ikki hin 19. juli, segði Boris Johnson.