Bretland og Finnland samstarva um hóttanir úr Russlandi

Bretski og finski uttanríkisráðharrarnir fara at skriva undir eina avtalu, har Russland verður lýst sum stór hóttan

 

Adam Vaughan/EPA/Ritzau Scanpix

Bretland og Finnland fara í dag at skriva undir eina avtalu um partalag, sum skal styrkja bondini millum tey bæði londini og arbeiða ímóti »hóttanini frá russiska harðskapinum«.

Soleiðis stendur í boðum frá bretska uttanríkisráðnum.

Tey bæði londini fara við avtaluni at lýsa Russland sum »tað mest sjónska og beinleiðis hóttanin ímóti evropiskum friði og støðufesti,«, stendur í boðunum.

Tað er bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron, og finski uttanríkisráðfrúan, Elina Valotnen, sum í dag fara at skriva undir avtaluna í enska høvuðsstaðnum London.

– Meðan vit standa saman um at stuðla Ukraina, eisini gjøgnum hernaðarhjálp og venjing, eru vit greið um, at hóttanin um russiska harðskapin, sum er komin eftir at kríggið byrjaði, ikki verður góðtikin, sigur Cameron.

Samstarvið skal millum annað hava við sær, at tey bæði londini samstarva ímóti russiska misinformatión og »óndsinnaðum« cybervirksemi, verður sagt.

/ritzau/AFP

 

 

Adam Vaughan/EPA/Ritzau Scanpix