Breyt inn í matvøruhandil

Politiið kannar málið í løtuni

Í vikuni breyt onkur inn í ein matvøruhandil. Politiið veit enn ikki heilt, hvør viðkomandi er, men illgruni er, at tað var ein ungur maður.

 

Viðkomandi royndi at taka ymiskt av virði við sær, sum hann kom fram á. Tað var millum annað pengar og okkurt aftrat. Hann royndi eisini at bróta í eitt skáp, men tað riggaði ikki. Tað er møguligt, at tjóvurin eisini hevur tikið okkurt annað við sær, men júst hvat, veit politiið ikki enn - tað má eigarin fortelja nærri um.

 

Vakthavandi sigur, at fráboðanin um hetta kom heilt tíðliga fyrramorgunin.

 

– Vit hava tryggjað vakmyndatól, spor og tikið DNA-royndir. Tað tekur eina løtu, áðrenn tað kemur aftur úr Danmark, sigur vakthavandi.

 

Málið er farið víðari til kanningardeildina.