Britney Spears í øðini: Tú skalt ikki nýta mínar sangir

Í heili trettan ár hevur Britney Spears vantað sjálvræði

Í heili trettan ár hevur Britney Spears vantað sjálvræði. Pápi hennara, Jamie Spears, hevur havt valdið á henni – nakað ið nú hevur leitt til eina rættarsak. Avgerðir, ið onnur hava tikið fyri hana, fevnir um búskap, heilivág og føði. Spears úttalar, at hetta er skelkandi, og at hon ikki fær sovið um náttina.

 

Til seinastu hoyringina nevndi Spears, at hon altíð hevur verið bangin fyri pápa sínum. Hon legði afturat, at framferðarhátturin er eitt úrslit av beinleiðis óndskapi.

 

Nú fær lítlasystir Britney Spears, Jamie Lynn Spears, eisini av at vita. Hon hevur nevniliga verið á leikpalli og sungið eitt “medley” (t.e. eitt tónleikastykki við fleiri samansettum sangum), har ein teirra var sangur hjá Britney Spears. Hendingin fór fram heilt afturi í 2017, tá ið hon førdi fram til Radio Disney Music Awards.  Mær dámar ikki at systir mín nýtir mínar sangir, sigur Britney.

 

Lítlasystirin hevur onga viðmerking til kritikkin, men sigur seg stuðla stórusystir síni í rættarmálinum.