Brosma er nógv fongd við kyksilvur

Norski Havgranskingarstovnurin hevur kannað 1396 brosmur, 822 longur og 554 onnur fiskasløg fyri umhvørviseitur. 

 

 

 

Kanningar í Noregi vísa, at tað serliga er brosma, sum hevur stór virði av kyksilvuri í sær í ávísum firðum, men í øðrum fiskasløgum, sum eitt nú longu og toski, eru virðini av kyksilvuri nógv minni.

 

Sum skilst av grein á kystmagasinet.no, er tað serliga kyksilvur, ið er ein trupulleiki hjá fiski, sum livir á djúpum vatni í norskum firðum.

 

Bæði í Hardangerfjørðinum og Sognefjørðinum eru virðini av kyksilvuri í brosmu hægri enn tey markvirði, sum sett vera fyri mattryggleika.

 

Virðini av kyksilvuri í brosmu úr Hardangerfjørðinum eru tey hægstu í teimum økjum, sum granskarar hjá norska Havgranskingarstovninum hava kannað.

 

- Men, virðini av kyksilvuri í brosmu eru næstan líka høg í Sognefjørðinum, sum í Hardangerfjørðinum, sigur granskarin, Sylvia Frantzen.

 

Orsakað av nøgdini av kyksilvuri, ávarar Matvørueftirlitið ímóti at eta djúphavsfisk úr næstan øllum Hardangerfjørðinum og brosmu úr næstan øllum Sognefjørðinum.

 

Greiningar og tøl, sum eru til skjals um fisk í størstu firðunum, hava sín uppruna frá umfatandi kanningum, sum granskarar hjá Havgranskingarstovninum gjørdu fyri Matvørueftirlitið árini 2013 til 2017.

 

Granskararnir kannaðu umhvørviseitur í fiski í ymiskum havøkjum, fram við strondini og nakrar av størstu firðunum.

 

Tilsamans vórðu 1396 brosmur, 822 longur og 554 onnur fiskasløg, sum halda seg á djúpum vatni, kannað fyri umhvørviseitur. 

 

- Við undantaki av blálongu, sum er reyðlistað, eru eisini kanningar gjørdar av longu, toski, upsa, hýsu og lira, og øll hesi fiskasløg høvdu lægri virðir av kyksilvuri enn brosma. Tíski kunnu hesi fiskasløg etast, sigur granskarin, Sylvia Frantzen.

 

Hon vísir á, at brosma týðiliga er fiskur, sum hópar kyksilvur.

 

- Kanska er tað tí, at brosma kann gerast gomul, hon veksur seint og liggur ovarlaga í føðiketuni, samstundis sum hon heldur sær leingi í sama øki, sigur granskarin á norska Havgranskingarstovninum. 

 

##med2##