Bryne boðar frá spælarakeypi

Nógv bendir á, at Noah Mneney er seldur til Bryne í næstbestu deildini í Norra

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Hans Mneney fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir móti Kosovo í fjør

Nógv bendir á, at Noah Mneney er seldur til Bryne í næstbestu deildini í Norra. Tíðindini eru ikki váttaði enn, men í dag boðar Bryne frá spælarakeypið, sum skal flúgvast undirskrift. Eitt gott boð er, at talan er um Noah Mneney, sum skiftir til Bryne.

 

Tað er felagið hjá Rógva Baldvinsson, sum hevur spælt fleiri landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Sum skilst er talan um at skiftið verður umgangandi. Tað er ein smeitur fyri FM-kappingarføri hjá Víkingi.

 

Skiftið er ikki alment enn og tí er enn talan um eina giting, men keldur hava váttað tíðindini. Stríðsmaðurin á miðjuni hjá Víkingi gjørdi annars nýggjan sáttmála fyri kortum, og tá var ætlanin at halda fram í Føroyum í eitt tíðarskeið afturat, men ætlanin var altíð at koma til útlandið at spæla.

 

Noah Mneney hevur verið at kalla fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi seinastu trý árini, og hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum. Hann er 20 ára gamal og skifti til Víking frá ÍF í 2019.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Hans Mneney fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir móti Kosovo í fjør