Burn: H71 dragnaði - StÍF er nú á fjórða plássinum

Her eru úrslitini, støðan og málskjúttarnir í dagsins Burn-dystum

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn-mansdeildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini var toppdystur millum nummar trý, H71 og nummar eitt á stigatalvuni, VÍF.

 

H71 var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 15-12 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var VÍF omaná og vann dystin 27-25. Tað bleiv spennandi móti endanum. VÍF var á odda 26-22, H71 kom upp á 25-26, var í álopið, men megnaði ikki at javna til 26-26 í sínum seinasta álopi.

 

VÍF liggur nú sera væl fyri at vera annað liðið, ið vinnur seg beinleiðis í FM-finalurnar. 

 

StÍF er nú nummar fýra í deildini við 11 stigum. StÍF vann 28-25 á Team Klaksvík í høllini á Skála. Team Klaksvík var annars á odda 14-13 í steðginum.

 

Í Kollafirði vann KÍF stórsigur 36-24 á Kyndil. Í steðginum var KÍF á odda 20-9.

 

##med2##

 

Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-VÍF 25-27 (15-12):

 

##med3##

 

Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Team Klaksvík 28-25 (13-14):

 

##med4##

 

Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-Kyndil 36-24 (20-9):

 

##med5##