Burn: H71 er nú bara eitt stig frá øðrum plássinum

KÍF tapti í kvøld annan dystin á rað í Burn Mansdeildini

Ein sera spennandi og javnur toppdystur var leiktur í Burn Mansdeildini í Hoyvíkshøllini í kvøld.

 

H71 vann 26-25 á KÍF. Sigurin merkir, at H71 er nú bert eitt stig aftanfyri KÍF, ið er næstfremst í deildini við 16 stigum. 

 

KÍF var á odda 13-11 í steðginum. Tá 52 minuttir vóru leiktir sá tað út til, at H71 fór at draga veruliga frá kollfirðingum, men tríggjar minuttir seinni høvdu kollfirðingar javnað til 23-23.

 

Tað eydnaðist tó ikki KÍF at leggja seg á odda, og H71 var at enda omaná við einum máli.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##