Burn: KÍF vann greiðan sigur á StÍF

Rasmus Søby kom væl frá landi við sínum nýggja liði, KÍF og gjørdist toppskjútti við átta málum

Mynd: KÍF

Fyrsti landskappingardysturin í Burn mansdeildini var fyrr í kvøld leiktur í høllin á Skála, har StÍF tók ímóti KÍF.

 

KÍF vann ein greiðan 34-26 sigur á StÍF. 

 

Strandingar vóru væl við ta fyrstu løtuna. Tá 21 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 11-11, men løtu seinni var KÍF á odda 14-11, og høvdu kollfirðingar leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.

 

Kollfirðingar vóru á odda 16-13 í steðginum, og teir øktu beinavegin til 18-13. Tað nærmasta StÍF kom leiðsluni hjá KÍF í seinna hálvleiki var við støðuna 17-21. Tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF frammanfyri við 10 málum, 31-21. 

 

Rasmus Søby, ið hevur spælt við Neistanum undanfarnu árini var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. 

 

Toppskjútti hjá StÍF var Trúgvi Hávardsson við sjey málum. 

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Mynd: KÍF