Burn: VÍF hevur vunnið seg í FM-hálvfinalurnar

Tað er nú greitt, at H71 og VÍF spæla FM-hálvfinalur aftaná javnleikin millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna

H71 og VÍF skulu spæla FM-hálvfinalur í Burn Mansdeildini.

 

Tað er greitt aftaná málríka 31-31 javnleikin í kvøld millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 16-15.

 

Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum. Toppskjútti hjá Neistanum var Erik Karlsson við 10 málum.

 

H71 og VÍF hava 24 stig hvør, meðan Kyndil á triðja plássinum hevur 19 stig. Øll trý liðini hava tveir dystir eftir at leika í grundspælinum, og Kyndil kann í mesta lagi røkka 23 stigum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 31-31 (16-15):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71164934138024
 VÍF165104367424
 KYNDIL164524143819
 NEISTIN17456479-2317
 KÍF16403425-2213
 STÍF17478513-3510
 TEAM KLAKSVÍK16391503-1127