Chelsea keypir heimsmeistara fyri 900 milliónir

Premier League: Enzo Fernandez verður dýrasti spælarin í Bretlandi nakrantíð

Mynd: Enzo Fernandez bleiv kosin til besta unga spælaran til HM-endaspælið, har hann og Argentina vunnu gull

Í gjár lat flytingarvindeygað aftur og Chelsea hevur nú keypt fyri áleið 2,5 milliardir krónur. Tað er púra óhoyrt og amerikanski eigarin hevur lumpað FIFA financial fair play (FFP) reglugerðina so nógva, at hon verður broytt til komandi flytingarvindeygað.

 

Áttanda keypið í vetrarflytingarvindeyganum bleiv eisini tað dýrasta. Chelsea hevur síðani HM-endaspælið í Katar roynt at keypt 22 ára gamla argentinan, Enzo Fernandez, leysan frá Benfica. Chelsea var sinnað at rinda tær 900 milliónir krónurnar, men vildi sleppa av rinda yvir fleiri ár. Hetta noktaði Benfica og tí bleiv skiftið ikki til nakað í fyrstu atløgu.

 

Tað er her, at Chelsea hevur lumpað FIFA og FFP, tí vanliga kunnu sáttmálar ikki verða longri enn fimm ár. Tað merkir, at ein spælari fyri 100 milliónir krónur kostar í ársliga rokniskapinum 20 milliónir um árið. Í løtuni er Bretland í eini serstøðu og ongin reglugerð er fyri longdina á einum sáttmála.

 

Tí hevur Chelsea gjørt átta ára langar sáttmálar við onkrar av nýggjum spælarunum. Tað ger, at útreiðslurnar fyri komandi kappingarárini ikki verða so stórar, men vandin er at spælarar ikki klára seg væl og Chelsea situr eftir við einum spælara, sum skal hava løn og kostar í ársliga rokniskapinum, men ikki avrikar á vøllinum.

 

Chelsea hevur tó selt Jorginho til Arsenal fyri 100 milliónir krónur. Her er ein listi yvir keypini hjá Todd Boehly og Chelsea í vetur.

 

SpælariFráKrónur
Enzo FernandezBenfica900 milliónir 
Mykhailo MudrykShakhtar520 milliónir
Benoit BadiashileMonaco283 milliónir
Noni MaduekePSV260 milliónir
Malo GustoLyon223 milliónir
Andrey SantosVasco93 milliónir
David FofanaMolde89 milliónir
Joao Felix (leiga) Atletico82 milliónir

Mynd: Enzo Fernandez bleiv kosin til besta unga spælaran til HM-endaspælið, har hann og Argentina vunnu gull