Christian Eriksen langtíðarskaddur

Premier League: Manchester United sigst nú leita eftir avloysara til restina av kappingarárinum

Danski miðvallarin hjá Manchester United, Christian Eriksen, bleiv illa skaddur í FA Cup sigrinum á Reading. Hann væntast at skula sita uttanfyri heilt til apríl mánað ella fyrst í mei. Tað var eftir ógvusliga takling, at Christian Eriksen mátti av vøllin og seinni av Old Trafford á høkjum.

 

Flytingarvindeygað letur aftur í dag og søgurnar eru nógvar. Nú ljóðar at Manchester United ger eina roynd at fáa Marcel Sabitzer frá Bayern Munchen sum avloysara. Tað skrivar Fabrizio Romano á Twitter.

 

Eysturríski miðvallarin, sum er 28 ára gamal, skifti á sumri 2021 frá RB Leipzig til kappingarneytarnar úr Bayern Munchen. Ein annar spælari, sum Erik ten Hag og Manchester United hava víst áhuga er Frenkie de Jong hjá FC Barcelona, men hóast katalanska stórfelagið er í fíggjarligari kreppu, so er hugurin at selja hollendska miðvallaran.

 

Manchester United hevur leigað stóra áleyparan Wout Weghorst, meðan Cristiano Ronaldo hevur skift til Al Nassr í Saudi Arabia.