CIA: Kina fyrireikar seg til innrás í Taiwan fyri 2027

WASHINGTON D.C.: Fregnarupplýsingar frá CIA hjá USA vísa, at kinesiski forsetin, Xi Jiping, hevur givið herinum boð um at vera til reiðar at gera innrás á Taiwan fyri 2027.

 

Tað hevur CIA stjórin William Burns upplýst.

– Altso, tað merkir ikki, at hann (Xi red.) hevur gjørt av at fremja eina innrás í 2027 ella okkurt annað tíðspunkt, men tað er ein áminning um álvaran av ætlanum hansara, sigur Williams Burns.

Boðini frá Burns koma undir einum fyrilestri á gitna amerikanska universitetinum Georgetown University, sum er í landsins samveldishøvuðsstaði, Washington D. C. 

– Metingin hjá CIA er, at vit ikki eiga at undirmeta ætlanirnar hjá Xi forseta, tá tað snýr seg um Taiwan, sigur hann.

/ritzau/Reuters