Coast Seafood í Noregi keypt Vega Salmon í Danmark

- Vega Salmon er ein vælrikin fyritøka, sum arbeiðir við hægstu góðskumálum. Við felagnum, sum einum parti av Coast-familjuni, eru vit í sera góðari støðu at veksa um útflutningin av virkaðum laksi til altjóða marknaðin.

Norska heimasíðan iLaks veit at siga, at Måløy-fyritøkan, Coast Seafood, hevur keypt danska framleiðsluvirkið, Vega Salmon, sum hevur millum 400 og 600 fólk í starvi - alt eftir vertíðini. 

 

Vega Salmon hevur ein umsetning á 1,3 miljardir danskar krónur um árið. Høvuðsskrivstovan hjá felagnum liggur í Kolding, og fyritøkan hevur eisini eitt framleiðsluvirki í Týsklandi.

 

- Vega Salmon er ein vælrikin fyritøka, sum arbeiðir við hægstu góðskumálum. Við felagnum, sum einum parti av Coast-familjuni, eru vit í sera góðari støðu at veksa um útflutningin av virkaðum laksi til altjóða marknaðin.

 

Tað sigur umsitingarstjórin í Coast Seafood, Sverre Søraa, í einum tíðindaskrivi, sum iLaks endurgevur.

 

Í 2021 keypti Coast Seafood framleiðslufelagið, Sotra Fiskeindustri, og keypið av Vega Salmon er enn eitt stig víðari í at menna virðisketuna hjá fyritøkuni innan sjómat.

 

- Fyri okkum í íløgufelagnum er tað týdningarmikið at finna ein nýggjan eigara til Vega Salmon, sum hevur neyðugu royndirnar og altjóða sambondini fyri at tryggja felagnum framhaldandi vøkstur.

 

Stjórin í íløgufelagnum, Maj Invest Equity, sum kallast, Søren Holm Tøth, heldur, at Coast Seafood er rætti keyparin av Vega Salmon.

 

Sambært iLaks hevur Vega Salmon umleið 25.000 tons av laksi um árið og vørurnar, sum felagið virkar og selur, eru feskur-, frystur-, royktur-og marineraður laksur umframt aðrar vørur úr laksi.

 

- Vit siggja fram til at gerast ein partur av Coast Seafood, og vit eru hugtikin av professionalitetinum hjá Coast Seafood, og hvussu høgt tey raðfesta dygd og burðardygd, sigur umsitingarstjórin í Vega Salmon, Jakob Graasbøll Enemark.

 

iLaks leggur aftrat, at treytirnar fyri keypinum av Vega Salmon eru ikki almannakunngjørdar.