Conference League: Kí og FK RFS spæla klokkan átta í kvøld

Dysturin millum KÍ og Rigas Futbola Skola er útsettur í ein tíma

Dysturin millum KÍ og Rigas Futbola Skola er útsettur í ein tíma. Dysturin, sum upprunaliga skuldi bríkslast í gongd kl 19:00, er útsettur í ein tíma, og byrjar hann sostatt kl 20:00. Sambært heimasíðuni hjá KÍ kunngjørdi UEFA, at dysturin bleiv útsettur av teirri orsøk, at útiliðið skal kannast fyri coronu, og harafturat fáa úrslitini í nøktandi tíð, áðrenn dysturin skal spælast.

 

Kí vann fyrra dystin 2-3 á útivølli í Lettlandi. Dysturin í kvøld er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð at evropiskur dystur verður leiktur við Djúpumýru.

 

Formaður í KÍ, Tummas Lervig, fegnast um at dysturin verður spældur í dag. Hann sigur eisini, at tey gleða seg til dystin í kvøld.