Danir vilja knýta Føroyar tættari at ES á fleiri økjum

Danski forsætisráðharrin sigur, at Føroyar skulu knýtast nógv tættari upp í ES

Føroyar skulu knýtast nógv tættari at ES. Tað sigur Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri. Føroyski fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, hevur spurt hana um arbeiðið at útvega Føroyum eina betri handilsavtalu við ES, so at vit eisini sleppa at selpa virkaðan fisk á ES marknaðinum, uttan at rinda toll.

 

Mette Frederiksen svaraði, at hon er samd í at vit skulu hava eina betri fiskivinnuavtalu við ES. Men hon sigur, at hetta er ikki bara galdandi á fiskivinnuøkinum, men á nógvum øðrum økjum eisini. Og tað er eisini eitt arbeiðið, hon leggur stóra orku í, sigur hon.

 

Tað eru nógvar orsøkir til, at vit hava áhuga í at kopla Føroyar nógv tættari at ES, sigur Mette Frederiksen. Og tað tekur danska stjórnin fult undir við, sigur hon.

 

Mette Frederiksen sigur, at hon hevur havt fund í ríkisfelagsskapinum og har er ein felags ætlan løgd at halda fram við arbeiðnum við tí heilt greiða endamáli at knýta Føroyar, og Grønland, tættari at ES - bæði á fiskivinnuøkinum, men eisini á øðrum økjum, tí tað er eitt ynski bæði úr Føroyum og Grønlandi