Danmark: Tvey tok rendu saman

Tvey tok rendu í dag saman í Kastrup

Tvey tok rendu í dag saman í Kastrup. Hendingin sigst at koma av, at tveir tokvognar skuldu knýtast saman, men at hetta miseydnaðist. Har var einki ferðafólk við í teimum báðum tokunum. Nøkur starvsfólk vóru við, og hesi vóru heppin, tí talan var bert um smáar snuddir, ið tey fingu. Hetta upplýsir vakthavandi, Henrik Brix.

 

 

 

Politifólk og sjúkratænastan komu á staðið. Øll tokferðslan til flogvøllin steðgaði eisini. Har eru settir tokbussar, ið koyra millum Tårnby og flogvøllin.