Danmark vil eisini rættarsøkja russiskar leiðarar

- Vit kunnu hjálpa til við okkara juridisku førleikum og tryggja, at russiskir leiðarar verða ábyrgdaðir, sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.

 

 

 

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danmark verður nú partur av einum kjarnubólki av londum, sum skulu kanna møguleikarnar at rættarsøkja russiskar leiðarar, sum eiga lut í innrásini í Ukraina.

 

- Tá vit eru vitni til slíkar brotsgerðir, setir tað krøv um, at okkurt verður gjørt. Hetta er eisini ein spurningur um ábyrgdina, vit hava fyri altjóða rætti og ræðisrætti hjá londum. 

 

Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, í einum tíðindaskrivi.

 

Tað er Ukraina, sum bjóðar londum at vera við í einum kjarnubólki og millum lond, sum eru við í hesum bólki, er eitt nú Stórabretland.

 

Lars Løkke Rasmussen sigur, at danska stjórnin hevur sagt ja til innbjóðingina.

 

- Vit kunnu hjálpa til við okkara juridisku førleikum og tryggja, at russiskir leiðarar verða ábyrgdaðir, sigur danski uttanríkisráðharrin.

 

Soleiðis er nú greitt, at Danmark eisini verður partur av teimum londum, sum vilja kanna, hvussu russiskir leiðarar kunnu rættarsøkjast.

 

Hin 24. februar verður eitt ár síðan, at Russland leyp á Ukraina. Síðan eru nógvar frásagnir komnar úr Ukraina um hópgravir og valdsgerðir móti ukrainska fólkinum.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix