Dannebrog hjálpi seglbáti við trupulleikum

Kongaskipið Dannebrog hevur havt trupulleikar og avlýsingar í seinastuni, og kom m.a. ikki til Føroya sum ætlað, men hetta forðar tó ikki skipinum í at hjálpa øðrum, ið koma í neyð á sjónum.

 

Danskir miðlar siga frá, at Dannebrog í gjár undir eini royndarsigling, gav einum seglbáti,  við eini barnafamilju umborð, eina hjálpandi hond. Ongin vindur var og seglbáturin hevði motortrupulleikar.

 

Dannebrog sendi fólk umborð á seglbátin, ið loystu trupulleikarnar, upplýsir orlogkapteynurin Sten Bilde Jensen.

 

Hann sigur eisini við danskar miðlar, at tá Dannebrog er í donskum sjógvi, er skipið partur av tilbúgvingini.

 

Umframt at hjálpa seglbátinum, fann Dannebrog eisini eina reyða jollu, sum skipið tók við sær til lands.

 

Dannebrog hevur nú fingið ordnað teir trupulleikar, ið hava forða skipinum at halda sína skrá, og er nú til reiðar at fara aftur í sigling.