Dansa fyri Iran á Mentanarnáttini

Á Mentanarnáttini í Havn, sum verður í morgin 2. juni, fara vit at dansa fyri Iran og vísa fólkinum í Iran, at vit dansa við teirra lið, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi.

 

Í 44 ár hevur tað verið bannað at dansa í almenna rúminum í Iran, men dansur er nú vorðin eitt satt sýmbol uppá frælsisstríðið í landinum.

Diana Jógvansdóttir Hansen fer at læra okkum dansin, sum fór viralt á sosialu miðlunum eftir, at nakrar ungar kvinnur í Iran filmaðu seg dansa sum eitt mótmæli móti stýrinum. Tær løgdu filmsbrotið á sosialu miðlarnar, men vórðu handtiknar og tvungnar at geva eina almenna umbering. Eftir hesa hendingina eru fólk í øllum landinum farin út at dansa. Somuleiðis filma tey dansirnar og leggja filmsbrotini á sosialu miðlarnar fyri at vísa sína ónøgd. At dansa er nú vorðið eitt satt sýmbol uppá frælsisstríðið í Iran, skrivar Amnesty.

Kring allan heim dansa fólk nú í samhuga við Iran. Og tað fara vit eisini at gera í morgin kl. 18.15 við Trappuna í Vágsbotni ,beint eftir setanina, frættist frá Amnesty.