DF vil hava herskyldu í Grønlandi og Føroyum

- Tað gevur góða meining, at bæði grønlendingar og føroyingar er við til at lyfta ábyrgdina fyri verjuni av ríkisfelagsskapinum, sigur framsøgumaður hjá Dansk Folkeparti.

Í Danmark er nú politiskur meiriluti fyri, at kvinnur eisini skulu tæna herskyldu.

 

Men, skulu grønlendingar tæna herskyldu?

 

Tað er ein spurningur, sum grønlendska blaðið, Sermitsiaq, hevur sett ymiskum politikarum - og eisini grønlendsku fólkatingsumboðunum. 

 

Í gjár gjørdist greitt, at flokkarnir í donsku stjórnini eru samdir um, at setast skal í verk herskylda fyri kvinnur.

 

Sum er, kunnu kvinnur í Danmark tekna seg sjálvbodnar til herskyldu, men tær verða ikki innkallaðar, eins og menninir verða tað.

 

Tað skrivar heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - í dag. 

 

Blaðið hevur spurt eina røð av framsøgufólkum innan verjuspurningar, umframt grønlendsku limirnar í Fólkatinginum, um tey halda, at herskylda eisini skal fevna um Grønland.

 

Framsøgufólkið í verjumálum hjá Dansk Folkeparti, Alex Ahrendtsen, er ikki í iva. 

 

- Í Dansk Folkeparti eru vit fyri at seta í verk herskyldu, bæði í Grønlandi og Føroyum.

 

Í skrivligum svari upp á fyrispurning hjá Sermitsiaq sigur Alex Ahrendtsen, at tað gevur góða meining, at bæði grønlendingar og føroyingar er við til at lyfta ábyrgdina fyri verjuni av ríkisfelagsskapinum.

 

Hjá teimum Konservativu heldur Rasmus Jarlov, at herskylda skal setast í verk í Grønlandi, um so er, at Grønland ynskir tað.

 

Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag