Danski Javnaðarflokkurin vánaligastu kanning í átta ár

SVM-stjórnin er í nýggjari kanning langt frá stuðlinum við valið. Javnaðarflokkurin er harðast raktur.

 

SVM-stjórnin hevur mist stuðul eftir avgerðina um at taka av dýra biðidag sum halgidag, men tað er Javnaðarflokkurin og Mette Frederiksen, sum verða rakt harðast. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mitt í ódnarveðrinum um at taka av dýra biðidag sum halgidag fær Javnaðarflokkurin vánaligastu veljarakanningina frá kanningarstovninum Voxmeter í átta ár.

Í dagsins kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, stendur stjórnarflokkurin til at fáa 22,8 prosent av atkvøðunum.

Tað eru 4,7 prosentstig færri enn á fólkatingsvalinum 1. november í fjør.

Javnaðarflokkurin fekk 50 sessir á valinum. Men sambært nýggju kanningini hevði flokkurin bara fingið 40 sessir, um val var í dag. 

Javnaðarflokkurin hevur ikki havt so ringt úrslit í kanning hjá Voxmeter síðani januar í 2015. Ta ferðina var Helle Thorning-Schmidt forsætisráðfrú í SR-stjórnini.

Tað er tó ein statistisk óvissa upp á 2,6 prosentstig fyri flokkin í dagsins kanning.

Hinir báðir flokkarnir í SVM-stjórnini, Vinstri og Moderatarnir, verða ikki revsaðir eins hart av veljarunum. Báðir flokkar fáa tó lakari undirtøku enn á valinum.

Vinstri stendur í dagsins kanning til 11,5 prosent av atkvøðunum og 20 sessir. Moderatarnir fáa 8,0 prosent og 14 sessir.

Her er statistiska óvissan 2,0 prosentstig hjá Vinstra og 1,7 hjá Moderatunum.

Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir fingu tilsamans 89 sessir á fólkatingsvalinum. Stuðulin frá fólkinum er nú tódnaður til 74 sessir.

Stjórnin kom kom í ódnarveður við avgerðini um at taka av dýra biðidag, hóast stjórnin vildi, at fólk skuldu fáa løn fyri at arbeiða ein dag meira.

Millum annað fakfelagsrørslan hevur mótmælt harðliga. Í morgun hava sløk 450.000 fólk á heimasíðuni »Bevar Store Bededag« skrivað undir uppá, at tey vilja hava stjórnina at steðga hesum uppskotinum.

Meðan stjórnin er í mótvindi, verður SF fyri aðru viku á rað mált til stuðul upp á 13,5 prosent av veljarunum. 

Flokkurin, sum eftir valið er farin frá at vera stuðulsflokkur fyri fyrrverandi javnaðarstjórnina til andstøðuflokk, tykist nú at vera næstbest dámdi flokkur í Danmark.

Nye Borgerlige mugu í dagsins kanning lata sær lynda stuðul frá 2,5 prosentum av veljarunum. Flokkurin nærkast soleiðis sperrumarkinum upp á 2 prosent.

Kanningin hjá Voxmeter er gjørd frá mánadegnum 23. januar til sunnudagin 29. januar. Kanningin er gjørd millum 1004 umboðandi útvaldar persónar yvir 18 ár.

 

/ritzau/

 

SVM-stjórnin hevur mist stuðul eftir avgerðina um at taka av dýra biðidag sum halgidag, men tað er Javnaðarflokkurin og Mette Frederiksen, sum verða rakt harðast. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix