Landsrætturin gongur ikki kæruni hjá fiskimonnunum um leyslating á møti. Tískil skulu teir sita varðhaldsfongslaðir samsvarandi avgerðini hjá rættinum í Holstebro í fyribils fýra vikur.

Danski útróðrarbáturin leysgivin av løgregluni

- Teknisku kanningarnar umborð í danska útróðrarbátinum Inger Katrine eru lidnar, og báturin er leysgivin, sigur danska løgreglan.

 

Landsrætturin gongur ikki kæruni hjá fiskimonnunum um leyslating á møti. Tískil skulu teir sita varðhaldsfongslaðir samsvarandi avgerðini hjá rættinum í Holstebro í fyribils fýra vikur.

Danski útróðrarbáturin, Inger Katrine, er leysgivin av løgregluni, eftir at kriminaltekniskar kanningar eru gjørdar umborð, meðan báturin hevur ligið í Thyborøn.  

Tað var tíðliga seinasta mánamorgun, at útróðrarbáturin boðaði frá, at teir høvdu ein lívleysan mann umborð. 

Bjargingartyrla varð send eftir manninum, sum var staðfestur deyður, tá hann kom á sjúkrahús.

Líkskurður vísti, at maðurin hevði stórar løstir av spørkum og sløgum, og kanningar vístu eisini, at maðurin var kvaldur.

Orsakað av ringja veðrinum í Norðsjónum bar ikki til hjá løgregluni at fara umborð í Inger Katrine, og tískil slapp løgreglan ikki at gera kriminaltekniskar kanningar, fyrr enn útróðrarbáturin kom til lands mikukvøldið. 

Manningin, sum taldi fimm, var til grundlógaravhoyr hósdagin, og tá vórðu teir allir varðhaldsfongslaðir í fyribils fýra vikur, skuldsettir fyri dráp av bátsfelaga sínum.

Maðurin, sum læt lív umborð í Inger Katrine, var 41 ára gamli danin, Alf Villum Jensen, og hetta var hansara fyrsti túrur umborð.

 

##med2##

Midt- og Vestjyllands Politi upplýsti í tíðindaskrivi í gjár, at teknisku kanningarnar umborð í Inger Katrine eru lidnar, og løgreglan segði seg ikki hava aðrar viðmerkingar til kanningararbeiðið. 

Teir fimm, sum sita varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri dráp, eru í aldrinum 28 til 41 ár, og teir eru allir úr Vesturjútlandi. 

 

Tað var í rættinum í Holstebro, at fleiri tímar langa grundlógaravhoyringin fór fram, og her vórðu skuldsettu fiskimenninir avhoyrdir, ein og ein. Allir noktaðu seg sekar í skuldsetingini og kærdu avgerðina um varðhaldsfongsling til landsrættin.

 

Men, sambært www.folkebladetlemvig.dk í morgun gongur landsrætturin ikki kæruni hjá teimum fimm á møti. Tískil skulu teir sita varðhaldsfongslaðir samsvarandi avgerðini í rættinum í Holstebro hósdagin.

 

Vaktleiðarin hjá Midt– og Vestjyllands Politi, Jens Claumarch, sigur, at landsrætturin eftir øllum at døma er samdur við avgerðini, sum tikin er um varðhaldsfongsling. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Landsrætturin gongur ikki kæruni hjá fiskimonnunum um leyslating á møti. Tískil skulu teir sita varðhaldsfongslaðir samsvarandi avgerðini hjá rættinum í Holstebro í fyribils fýra vikur.

Hetta var fyrsti túrur hjá 41 ára gamla, Alf Villum Jensen, við danska garnabátinum, Inger Katrine.