Dart: Føroyar møta favorittunum úr Onglandi

Føroyska mans- og kvinnulandsliðið er í Spania til EM í hesum døgum

Í hesum døgum er EM í dart í Spania. Føroyar hava fingið altjóða limaskap og luttekur við bæði manslandsliðnum og kvinnulandsliðnum. Í gjár var lutakast til bólkaspælið og bæði menninir og kvinnurnar skulu spæla móti sigursvanda Onglandi.

 

- Kvinnurnar møta Onglandi, sum hevur millum annað Beau Greevessum, ið verður roknað sum besti kvinnuspælarin nakrantíð á liðnum. Menninir møta eisini England, sum er tað mest vinnandi liðið nakrantíð og altíð favorittar. Kvinnurnar møta eisini Norðurírlandi, Bulgaria og Malta, og mennirnir møta Malta, Ungarn og Eysturríki, sigur Kristian Joensen, landsliðsvenjari.

 

Dart Sambandið hevur fyri kortum fingið altjóða limaskap. Tað hevur sett ferð á dart í Føroyum. Hetta er enn ein liður í at fáa fótin fyri seg á altjóða pallinum, men tað er ilt at meta um hvørja styrki føroyska liðið hevur.

 

- Vónirnar her úr Spania eru góðar, tá fyrireikingarnar hava verið optimalar, og bæði kvinnurnar og menninir eru í toppformi, sigur Kristian Joensen.

 

Fyrstu dystirinir byrjaðu klokkan 11.

 

##med2##

 

##med3##