Dartkappingarnar í gongd aftur

Dartkappingarnar byrja aftur, og landsliðið skal úttakast

Nú summarferian endar, so byrja dartkappingarnar aftur. Fyrsta kappingin eftir summarferiuna verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár. Kappingin er soleiðis skipa í ár, at teir bestu spælarnir eru í einum A bólki fyri seg sjálvar. Teir meira óroyndu eru í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum, at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum.

 

- Talan er um opna kapping, so ein og hvør kann melda til. Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum. Tilmelding fer fram á heimasíðuni dartfo.com og tilmeldingin verða DSF í hendi aðrenn mikukvøldið á midnátt, skrivar Dartsambandið.

 

Landsliðið skal úttakast

 

Landsins bestu spælarar hava tó ikki havt nógv frí. Samlast hevur verið til landsliðssamlingar hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta í sambandi við, at landsliðini bæði skulu til EM í Gandia í Spania seinast í september. Hetta er fyrstu ferð síðani DSF gjørdist limur í heimsdartsambandinum, at Føroyar sleppa at royna seg í eini EM-kapping. Í tí sambandi verða endaligu landsliðini úttikin aftaná kappingina leygardagin.

 

Dart hevur tað gott – og tó

 

Korona farsóttin fór illa við dart ítróttargreinini. Hetta sæst serliga aftur á kvinnusíðuni, har tað í ár bert hava verið átta kvinnur við. Føroyameistarin í 2021, Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag, hevur verið á einum stigi fyri seg sjálva, og er klárt fremst á ratinglistanum hjá kvinnum.

 

Hjá monnum er meira javnt. Í løtuni liggja Uni Árting og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag fremstir. Tað vóru júst teir báðir, sum fyrr í ár fingu eitt bronsuheiðursmerki í tvímansleiki til norðurlanda meistaraheitið.

 

- Í hølunum á teimum eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í toppformi, skrivar Dartsambandið.