Dia Midjord: Sonni hevur givið okkum nógv (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við hjálparvenjaran hjá manslandsliðnum í hondbólti, Dia Midjord sum eisini takkar fyri seg

##med2##

Fyri spælararnir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti hevur tað riggað væl við Sonni Larsen sum venjara og Dia Midjord sum hjálparvenjara. 

Dia Midjord sum eisini takkar fyri seg á hesum sinni heldur, at Sonni Larsen hevur givið landsliðnum nógv, bæði fakliga sum venjari og eisini sum menniskja.

Dia minnist verri dagar tá føroyska manslandsliðið hevði fáar spælarar uttanlands, og tá tilgongdin ikki var so professionel. 

Hann er greiður yvir, at tað er eitt vónbrot fyri summi at tapa 23-28 fyri Russlandi, men Dia minnir á, at tá liðini møttust fyri 12 árum síðani taptu Føroyar við 21 málum og við 16 málum.

Dia spáar føroyska liðnum eina gylta framtíð.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dia Midjord. 

HER  ber til at hoyra farvæl-samrøðuna við Sonni Larsen, nú fyrrverandi landsliðsvenjara, og eitt serligt minnisbrot við teimum bestu løtunum við Sonni sum U21 og A-landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Samanumtøku hjá Andriasi Eriksen og samrøður við Brand Halgirsson og Pætur Mikkjalsson. 

(Samrøða: Dia Midjord)