DMI: Illsligt í dag

Í dag vera vindur og ælaveður, men veðrið batnar í kvøld

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður illsligt veður í dag, men tað verður frægari í kvøld.

 

DMI sigur, at í dag vera 13-18 m/s av útsynningi og vestri. Seinnapartin nakað minni vindur. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin verður millum 6 og 10 stig. Í kvøld vera 10-15 m/s útnyðringi, minkandi niður í 3-8 m/s av vestri. Turt og klárt veður, og hitin verður millum 1 og 6 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri. Skýggjað og okkurt æl, men eisini nakað av sól. Hitin verður millum 6 og 10 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)