DMI: Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan lovar góðveður um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við góðveðri um vikuskiftið. Tað verður turt, og sólin fer helst at kaga fram.

 

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av suðri ella landsynningi. Fyrst á degnum skýggjað ella támut veður, annars verður turt og nakað av sól. Hitin verður millum 10 og 15 stig, upp í 18 stig á norðaru oyggjunum. Í nátt minkandi niður í 3-8 m/s av suðri, skýggjað og támut veður, hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verða undir 5 m/s av ymsum ættum. Sum frálíður nakað av sól, og hitin verður millum 10 og 15 stig. Um náttina kanska eitt sindur av regni. Hitin millum 8 og 12 stig.