DMI: Upp í 20 hitastig um vikuskiftið

Danska veðurstovan lovar góðan hita fríggjadagin og leygardagin

Tað var lýtt í veðrinum restina av vikuni, og sambært donsku veðurstovuni DMI kunnu vit vænta upp í 20 hitastig bæði fríggjadagin og leygardagin.

 

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av útsynningi, seinni av vestri og útnyðringi. Samdrigið og támut veður og onkrastaðni nakað av regni. Út á dagin klárnar, og tað verður sól á flestu støðum. Í nátt samdrigið, men turt. Hitin í dag millum 9 og 14 stig.

 

Hósdagin verða 2-7 m/s av suðri. Samdrigið og támut veður, seinni klárari og nakað av sól. Hitin um dagin millum 12 og 18 stig, um náttina millum 10 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verða 2-7 m/s av suðri, í støðum upp í 10 m/s. Fyrst á degnum mjørki í støðum, men sól flestu staðir. Hitin millum 12 og 16 stig, og á norðaru oyggjunum kann hitin koma upp í 20 stig, tá ið sólin skínur. Um náttina samdrigið og millum 10 og 13 hitastig.

 

Leygardagin verða 2-7 m/s av suðri. Nakað av sól í flestu støðum. Hitin millum 12 og 16 stig, og á norðaru oyggjunum kann hitin koma upp í 20 stig, tá ið sólin skínur. Um náttina verður samdrigið og ælaveður summastaðni. Hitin verður um 10 stig.