Dómari við fáum altjóða royndum á Svangaskarði

Thomas Gary Owen úr Wales skal døma dystin millum NSÍ og FC Honka í Europa Conference League undankappingini

NSÍ spældi í svørtum móti Honka. ið spældi við búnum sum eru sera átøkir NSÍ-búnanum

Mongu viðhaldsfólkini hjá NSÍ eru spent til seinna dystin móti finska javnaldranum, FC Honka í Europa Conference League undankappingini. Fyrri dysturin millum FC Honka, ið spælir við somu litum sum NSÍ og NSÍ endaði við javnleiki 0-0.

 

Hetta gevur NSÍ eitt gott útgangsstøðið til dystin á Svangaskarði á Toftum, ið verður leiktur hóskvøldið klokkan 18. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

NSÍ og Honka fáa ikki nakran serliga altjóða royndan dómara, og av ringum royndum vita vit, at tað er ofta ein vansi.

 

Thomas "Tom" Gary Owen úr Wales hevur ongar altjóða royndir sum dómari.

 

Hann hevur tó dømt 37 dystir í bestu walisku deildini umframt dystir í næstbestu walisku deildini.

 

Thomas Gary Owen hevur dømt ein dyst í bestu íslendsku deildini og ein dyst í bestu maltesisku deildini. 

 

 

 

NSÍ spældi í svørtum móti Honka. ið spældi við búnum sum eru sera átøkir NSÍ-búnanum