Dómari við hampiliga nógvum altjóða royndum dømir í Klaksvík

Tað verður norðurírski dómarin, Keith Kennedy sum fer at døma søguliga Europa Conference League dystin við Djúpumýru

Keith Kennedy úr Norðurírlandi skal døma fyrsta altjóða dystin hjá KÍ á heimavølli í Klaksvík

Hóskvøldið klokkan 19 verður søga skrivað við Djúpumýru í Klaksvík. Tá fer KÍ at spæla sín fyrsta altjóða dyst á egnum vølli.

 

Talan er um returuppgerðina í Europa Conference League undankappingini. Møguleikarnir hjá KÍ at vinna seg víðari í kappingini eru góðir aftaná ein 3-2 sigur á grasvøllinum í Riga móti RFS.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Tað verður ein hampuliga royndur norðurírskur dómari, ið fer at døma dystin millum KÍ og RFS.

 

Talan er um 29 ára gamla Keith Kennedy, ið hevur dømt 114 dystir í bestu norðurírsku deildini.

 

Altjóða royndirnar hjá Keith Kennedy eru ikki sørar. Hann hevur dømt 19 dystir í UEFA-høpi higartil.

 

Haraftrat hevur Keith Kennedy dømt dystir í bestu deildunum í Wales, Malta, Írlandi og Saudi Arabia. 

 

Keith Kennedy úr Norðurírlandi skal døma fyrsta altjóða dystin hjá KÍ á heimavølli í Klaksvík