Dómarin hjá KÍ í Malmö dømdi HB í Europa League í 2020

Tað verður ein sveisiskur dómari, ið fer at leiða dystin millum Malmö FF og KÍ í Champions League undankappingini

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League móti svenska meistaraliðnum, Malmö FF. 

 

Dysturin verður leiktur á Eleda leikvøllinum í Malmö. Til ber at síggja dystin á KÍ-varpinum.

 

Tað verður 39 ára gamli Lukas Fähndrich, ið verður høvuðsdómari til dystin millum Malmö FF og KÍ.

 

Lukas Fähndrich hevur dømt altjóða dystir síðani 2018. Áðrenn tað var hann fjórði dómari til altjóða dystir í nøkur ár.

 

Lukas Fähndrich dømdi 20. august í 2020 Europa League undankappingardystin millum Glentoran úr Norðurírlandi og HB, ið var leiktur BetMclean Oval leikvøllinum í Belfast í Norðurírlandi. Glentoran vann dystin 1-0.

 

Lukas Fähndrich hevur dømt dystir í bestu sveisisku fótbóltsdeildini síðani 2016. Áðrenn tað dømdi hann dystir í næstbestu deildini.

 

MALMÖ FF (SWE) - KÍ KLAKSVÍK (FRO)

Dómari: Lukas Fähndrich SUI

Hjálpardómari 1: Guillaume Maire SUI

Hjálpardómari 2: Nicolas Müller SUI

Fjórði dómari: Nico Gianforte SUI

UEFA Dómaraeygleiðari: Simon Lee Evans WAL

UEFA Umboð: Kari Haapiainen FIN

 

Enn eru VAR-dómararnir ikki ásettir.