Dómarin til ECL dystin hjá HB dømdi á Tórsvølli í fjør

Skotski dómarin, David Munro skal døma Europa Conference League dystin móti Budocnost Podgerica úr Montenegro

HB fær ein hampuliga væl royndan altjóða dómara, og ein dómara sum hevur dømt í Føroyum áður, tá teir hóskvøldið taka móti montenigrianska meistaraliðnum, Budocnost Podgerica í øðrum umfari í Europa Challenge League undankappingini. 

 

Fyrra uppgerðin verður á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Seinna uppgerðin verður í Montenegro, týskvøldið 27. juli.

 

Tað verður David Munro úr Skotlandi, ið fer at døma dystin millum HB og Budocnost Podgerica. 

 

10. oktober í fjør dømdi David Munro spennandi U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Spania á Tórsvølli, ið Spania við tógvið stríð vann 2-0. 

 

David Munro hevur hampuliga nógvar royndir í samband við altjóða dystir. 6. juli dømdi hann dystin í fyrsta umfarinum í Champions League undankappingini millum Ferancvaros úr Ungarn og Prishtina úr Kosovo.