Dómarin til KÍ-Differdange hevur dømt HB og U21-landsliðið

44 ára gamal skoti dømir Champions League undankappingardystin á vøllinum við Djúpumýru

Mikukvøldið klokkan 19 fer KÍ í holt við fyrstu evropeisku uppgávuna.

 

Tá tekur KÍ á vøllinum við Djúpumýru móti luksemborgsku meistarunum, Differdange 03.

 

Høvuðsdómari til dystin verður 44 ára gamli, David Munro úr Aberdeen í Skotlandi.

 

David Munro hevur tvær ferðir áður dømt dyst í Føroyum.

 

Fyrru ferð var á Tórsvølli 10. oktober í 2021, tá føroyska U21-landsliðið tapti 0-2 fyri Spania. 

 

Sama árið, 22. juli í 2021 dømdi David Munro Conference League undankappingardystin á ovara vølli í Gundadali millum HB og Budocnost, ið HB vann 4-0.

 

Á Tórsvølli gav David Munro seks gul kort, og í Gundadali gav hann fýra gul kort.

 

David Munro hevur dømt dystir í skotsku liguni síðani 2010. Tey fyrstu árini tó í lægru deildunum. Hann hevur dømt altjóða dystir fast síðani 2020. Áðrenn tað var hann í nøkur ár fjórði dómari til altjóða dystir.

 

Kelda: Faroesoccer